Eykatænastur fyri brøv

Eitt bræv er ikki bara eitt bræv.

Viðskiftafólk eru so ymisk og hava ymiskan tørv. Tí hava vit ment ymisk brævasløg; hvørt slag við sínum fyrimunum. Tá tú sendir eitt bræv, fært tú hópin av møguleikum, og vit mæla til at tú spyrt okkum á Posta, um hvat bræv hóskar best til júst tín tørv. 

Sendir tú nógv brøv?

Hevur tú tørv á at fylgja brævinum á netinum?

Hevur tú tørv á váttan fyri at brævið er latið sínum móttakara?

Hevur tú tørv á at tryggja brævið?

Niðanfyri kanst tú lesa um tey ymisku sløgini av brøvum.

Vilt tú vita meira?

Ring til okkara á 34 60 00 ella skriva til okkara á posta@posta.fo. Vit vegleiða fegin.

 

 

Posta hesar eykatænastur / ískoytistænastur afturat vanliga brævinum:

 

Sporbræv:

Sporbrævið er eitt innlendis bræv, sum kann sporast. Sporbrævið fær eitt spor-tal, og tú kanst fylgja brævinum á posta.fo, undir “finn sendingina” niðast á framsíðuni. Sporbrævið verður í seinasta lagi leverað næsta gerandisdag, og tað kostar kr. 25 umframt vanligan brævatakst. Sporbrævið hevur sostatt hesar eginleikar:  

            ·         Innlendis levering næsta gerandisdag

            ·         Bert kr. 25 eyka

            ·      &