Flyt møblar o.a. við Posta

Keypir tú møblar og annað á netinum ella úr útheiminum? 

Flyt tað heim við Posta – vit avgreiða skjótt og ómakaleyst! 

Okkara farmadeild bjóðar flutningstænastu, har tit fáa vøruna flutta heim til Føroya, avgreidda og leveraða til hurðina.

Vit geva tykkum adressuna hjá okkum í Danmark, har vøran skal latast inn. Hetta er adressan hjá Posta Logistics, ið hevur móttøkustøð í Kolding. Vøruhúsini koyra vanliga vøruna út fyri eitt ávíst gjald. Vøran verður síðani flutt heim til Føroya til tollavgreiðslu. Tá tú hevur goldið fyri tollavgreiðsluna og flutningin, er vøran klár at útflýggja.

Soleiðis skalt tú gera:
1. Tú bíleggur vøruna og upplýsir adressuna hjá Posta Logistics, har vøran skal leverast
2. Tú sigur okkum frá, at vøra er bíløgd, og at hon verður leverað til Posta Logistics
3. Vit fáa vøruna fraktaða heim
4. Vit tolla sendingina og avgreiða øll skjøl
5. Tá tollur og flutningur er goldin, er vøran klár at útflýggja
 

Adressan hjá Posta Logistics

Jylland:

Posta Logistics
Mønten 7B
DK-6000 Kolding
Danmark 

www.postalogistics.dk 

Farma- og Koyrideildin

Telefon 61 61 61
Óðinshædd 2
100 Tórshavn 

 Ofta settir spurningar

 

 

Til dømis ein køk