Flytigóðs við Posta

Úr Føroyum til Danmarkar

Posta leverar ein platt við pappeskju til tín at fylla, heintar hann aftur og leverar við vegkantin, har tú skalt búgva, til allar stórbýir í Danmark fyri fastar prísir. Eisini verður leverað til aðrar býir og onnur smærri støð fyri eykakostnað.

Støddin á pappeskjuni er: L 1,20 m B 0,8 m H í mesta lagi 1,8 m.

TREYTIR

·         Fráferð úr Føroyum hvønn fríggjadag, skal heintast í seinasta lagi hósdag.

·         Vørulisti skal fylgja við - tak vørulistan niður í teiginum høgrumegin.

·         Flutningur skal gjaldast áðrenn fráferð.

·         Trygging ikki íroknað.

Kostnaður fyri flytigóðs til Danmarkar:

  1 plattur 2 plattar 3 plattar 4 plattar
Prísur kr. 1.850,- kr. 3.350,- kr. 4.800,- kr. 6.200,-
Prísur fyri plattin kr. 1.850,- kr.1.675,- kr. 1.600,- kr. 1.550,-

Vekt pr. platt 333 kg.

Flytigóðs til onnur lond og til Føroya úr øðrum londum