Flogfrakt

Gevið fraktini veingir

Við Flogfrakt frá Posta kanst tú vissa tær, at tín frakt fær hægstu raðfesting og at hon kemur heim á skjótasta hátt. Deild okkara í Danmark, Posta Logistics, heintar tína frakt og koyrir hana til nærmasta flogvøll og við næstu fráferð til Føroya.

Bíleggur tú eina vøru úr Danmark tíðliga á morgni, kanst tú fáa hana handaða seinnapart heima í Føroyum. Einasta, sum krevst er, at tú bíleggur Flogfrakt frá Posta.

Ring til okkara á 61 61 61 ella skriva á frakt@posta.fo, so finna vit allarskjótastu loysnina til tín.
 
G.G. Fyri at vøran skal náa heim sama dag, er treytin at Posta kann lata vøruna til Kastrup Flogvøll 3 tímar áðrenn fráferð.