Útbering av lýsingarbløðum

Vit bera lýsingarbløð fast út mánadag og mikudag í Posta Saman posa. Serstøk útbering kann vera við síðuna av Posta Saman ella teir dagar, Posta ber brøv út.
 

Húski

Tað eru tilsamans 17.500 húski í Føroyum, ið móttaka lýsingarbløð. Tá eru postsmogur til privat húski íroknaðar. Berast kann út til øll húski í Føroyum ella til útvald øki.
Yvirlit yvir tal av húskjum er at finna her.
 

Støddir

Bløð til Posta Saman kunnu í mesta lagi vera 250 mm (breidd) x 350 mm (hædd).
 

Freistir

Lýsingarbløð skulu vera okkum í hendi kl. 16.00 gerandisdagin innan útbering. Bløð, sum skulu út í
Posta Saman mánadag, skulu vera okkum í hendi fríggjadag, og bløð, sum skulu út mikudag, skulu vera okkum í hendi týsdag.
 

Prísir

Útbering av lýsingarbløðum pr. 1. januar 2015
Vekt gr. Posta Saman
serstøk útbering
upp til 25 Kr. 1,08,- Kr. 1,73,-
upp til 50 Kr. 1,29,- Kr. 1,73,-
upp til 100 Kr. 1,73,- Kr. 2,16,-
upp til 150 Kr. 2,38,- Kr. 2,81,-
upp til 200 Kr. 3,02,- Kr. 3,46,-

 

Pakkigjald fyri hvørt upplag:
til øll húski í Føroyum Kr. 1.500,-
upp til 10.000 húski Kr. 1.000,-
upp til 5.000 húski Kr. 500,-
upp til 1.000 húski Kr. 265,-
 
Allir prísir eru uttan mvg.
 
Eyka eintøk skulu latast okkum. Fyri allar Føroyar skulu 17.800 eintøk latast inn.
Møguligt avlop verður latið tykkum aftur eftir avtalu.

 

Tak yvirlitið niður

Útbering av lýsingarbløðum