Brævatænastur

Afturat vanliga brævinum bjóðar Posta hesar eykatænastur / ískoytistænastur: 

Sporbræv:

Sporbrævið er eitt innlendis bræv, sum kann sporast. Sporbrævið fær eitt spor-tal, og tú kanst fylgja brævinum á posta.fo, undir “finn sendingina” niðast á framsíðuni. Sporbrævið verður í seinasta lagi leverað næsta gerandisdag, og tað kostar kr. 25 umframt vanligan brævatakst. Sporbrævið hevur sostatt hesar eginleikar:  

            ·         Innlendis levering næsta gerandisdag

            ·         Bert kr. 25 eyka

Skundbræv

Um tú vil hava, at brævið verður útflýggjað móttakaranum sum skjótast. Vit heinta brævið við kuréri
og finna skjótastu leið til móttakaran.
 

Móttøkuprógv

Um tú vilt hava skjalprógv fyri, hvør hevur móttikið brævið, t.v.s. tú fært eina váttan frá Posta við undirskrift hjá móttakaranum og dagfesting fyri útflýgging.
 

Innlátsprógv

Váttan at brævið er latin Posta til avgreiðslu.
 

Innskrivað bræv

Brævið verður bert útflýggjað móti kvittan. Samstundis er tað tryggjað fyri upp til 1.000 kr.
 

Postkrav

Um tú vilt hava vissu fyri, at rindað verður fyri sendingina, áðrenn hon verður útflýggjað móttakaranum. Peningurin verður settur á kontu tína.
 

Virði

Sendingin er tryggjað fyri áljóðandi virði, og verður bert útflýggjað móti kvittan.
 
Prísir fyri ískoytistænasturnar:
Skundbræv:
Kr. 75,-
Móttøkuprógv, til allan heimin:
Kr. 50,-
Innlátsprógv:
Kr. 50,-
Innskrivað bræv, til allan heimin:
Kr. 50,-
Postkravsbræv (bert innanoyggja):
Kr. 40,-
Postkravspakki (bert innanoyggja):
Kr. 55,-
Virðispostur: Grundgjald
Basis fee
Kr. 60,-
Byrj. 1000 Kr.
Kr. 4,-

Mvg verður ikki lagt afturat hesum prísum, tí talan er um brævaflutning, ið ikki er fevnt av mvg-skyldu.

Afturat kostnaðinum fyri ískoytistænasturnar skal gjaldast fyri sendingina.

Tak yvirlitið niður

Aðrar brævatænastur