Inngjøld

Við Posta Heima tænastuni kanst tú inngjalda pening til móttakarar bæði í Føroyum og í útheiminum.

Eisini ber til at inngjalda pening á posthúsum ella at flyta pening av egnari Girokontu og seta inn á eina Girokontu ella kontu í peningastovni

Reiðupeningur 

Hevur tú kontu hjá Posta, kanst tú heva pening á øllum posthúsum í landinum.

Harumframt kanst tú fáa peningin útgoldnan heima við hús við at bíleggja Posta Heima á tel. 81 81 81.