Frímerking

Hesir hættir verða nýttir at frímerkja brøv við:

Frímerki: Kunnu keypast hjá Posta og í ymsum handlum og kioskum

Postgjaldsmerki: Kunnu keypast í Posta Sjálv og hjá nøkrum Posta Her handlum

Frímerkjaprentari: Vinnukundin leigar prentaran frá Posta, og prentar síni egnu postgjaldsmerki

PP- merki: Verður prentað á bjálvan, Posta upplýsir nærri

Posta frímerkir fyri kundan: Brøvini verða latin Posta, sum so maskinfrímerkir

Móttakarin rindar postgjaldið: Avtalu við Posta at rinda mánaðarliga, prentast á bjálvan

Eru brøv ov lítið frímerkt, verður rokning fyri vantandi gjaldið send sendaranum. Avgreiðslu- og fakturagjald Kr. 35,- verður lagt afturat.