Vanlig brøv

Nýggir brævaprísir 1. januar 2015. Yvirlitið kann takast niður høgrumegin.

Brævastøddir

Smá brøv: í mesta lagi 23 cm x 17 cm og 0,5 cm tjúkt

Miðal brøv: í mesta lagi 33 x 23 og 2 cm tjúkt

Stór brøv: í mesta lagi 90 cm = longd + breidd + tjúkd

Brøv í Føroyum

Brøv í Føroyum eru vanliga frammi útberingardagin eftir innlát flestu støð í landinum mánadag til fríggjadag. Fyrivarni verður tó tikið fyri útjaðaraøkjum.

Innanoyggja brøv - pr 01.01.15

Vekt Smá Brøv Miðal Brøv Stór Brøv
0 - 50 g 8,50 kr. 11 kr. 12 kr.
51 - 100 g   15 kr. 17 kr.
101 - 250 g   26 kr. 29 kr.
251 - 500 g   39 kr. 39 kr.
501 - 1000 g   51 kr. 51kr.
1001 - 2000 g     63kr.

Brøv til útheimin

Brøv til útheimin verða send úr Føroyum við flogfari. Skilagott er at merkja brøvini A Prioritaire. Flogsamband er við útheimin hvønn dag, og posturin úr flest øllum plássum í Føroyum fer við gerandisdagin eftir innlating. Brøv til útheimin, sum verða latin í postkassan hjá Posta á Óðinshædd gerandisdagar áðrenn kl. 06.00 á morgni, fara við flogfari av landinum sama dag.

Evropa og Norðurlond, A-brøv pr. 01.01.15

Vekt Smá Brøv Miðal Brøv Stór Brøv
0 - 50 g 17 kr. 19 kr. 20 kr.
51 - 100 g 22 kr. 24 kr. 26 kr.
101 - 250 g   44 kr. 44 kr.
251 - 500 g   71 kr. 71 kr.
501 - 1000 g   108 kr. 108 kr.
1001 - 2000 g     208 kr.

Onnur útlond, A-brøv pr. 01.01.15

Vekt Smá Brøv Miðal Brøv Stór Brøv
0 - 50 g 19 kr. 23 kr. 26 kr.
51 - 100 g 23 kr. 36 kr. 36 kr.
101 - 250 g   68 kr. 68 kr.
251 - 500 g   90 kr. 90 kr.
501 - 1000 g   164 kr. 164 kr.
1001 - 2000 g     258 kr.

B-brøv

B-brøv detta burtur 31. desember 2014.

Eru ivaspurningar ber til at venda sær til Posta.

 

Afturat vanliga brævinum bjóðar Posta hesar ískoytistænastur: 

Prísir fyri ískoytistænastur:

Skundbræv: Kr. 75,-
Móttøkuprógv, til allan heimin: Kr. 50,-
Innlátsprógv:
Kr. 50,-
Innskrivað bræv, til allan heimin:
Kr. 50,-
Postkravsbræv (bert innanoyggja):
Kr. 40,-
Postkravspakkai (bert innanoyggja):
Kr. 55,-
Virðispostur:
Grundgjald
Kr. 75,-
Byrj. 1000 kr.
Kr. 5,-

Afturat kostnaðinum fyri ískoytistænasturnar skal gjaldast fyri sendingina.

 

Prísir 01.01.2015

Postgjøld